Fjepparar hjá AC Horsens hava greitt atkvøðu um, hvør besti spælarin í søguni hjá AC Horsens hevur verið. Og her fall valið á Johan Byrial Hansen, sum í fleiri ár var partur av føroyska A-landsliðshópinum. Johan spældi eitt skifti við OB, og eisini varð hann útleigaður til Fredericia, men fyri tað mest hevur tað verið Horsens, sum hevur verið felag hansara. Seinasta dystin fyri felagið slapp Johan eisini at vera liðskipari, og millum fjeppararnar í felagnum hevur hann altíð verið vælumtóktur. Til samans spældi Johan Byrial Hansen 206 dystir fyri besta liðið hjá felagnum.