Noreg: Í Sortland Kommunu, norðanvert Lofoten, er ein byrging farin at leka. Hetta skriva Nordlys og NRK.
Enn er ikki greitt, hvussu stórur vandin er, men talan er um høvuðskelduna drekkivatn til alla kommununa.
Løgregla og myndugleikar á staðnum eru ikki heilt greið yvir, hvussu stórur vandin er, ella hvør er í vanda, um byrgingin ikki heldur. Greitt er tó, at nakrir íbúgvar nærhendis ætlandi verða fluttir burtur, men talan er ikki um sjálvan býin Sortland.
Sum skilst verður økið nú lýst í kreppustøðu.










