Byrging kann skrædna

Myndugleikarnir í Kina stúra nú av álvara fyri, at ein stór byrging skal skrædna, soleiðis at stór øki verða løgd undir í vatni . Leygardagin eydnaðist tað at grava eina veit frá byrgingini fyri at lætta trýstið, men áhaldandi regn gjørdi, at vatnið kortini vaks. Fleiri hundrað hermenn royna at grava veitir frá byrgingini, sum hevur staðið til at bresta teir seinastu fjúrtan dagarnar.