Í kvøld er ein byrging brostin í Heimschuch í Steiermark í Eysturríki.
Sambært útlendskum miðlum eru tvey fólk bjargað úr vatnflóðini.
Ógvusligt regn og illveður hevur elvt til flóð, skriðulop og streymslit fleiristaðni í Eysturríki.
Men, tað er ikki bara Eysturríki, sum er rakt av vatnflóð.
Eisini í Slovenia eru fleiri øki avbyrgd, eftir at vegir og brýr liggja undir í vatni.
- Bara síðstu nátt regnaði líka nógv í syðra parti av Eysturríki, sum tað vanliga regnar allan august.
Tað skrivar Kleine Zeitung.
##med2##