Ferðsluóhappið á Velbastaðvegnum í mogrun komst av ábyrgdarleysari koyring við yvirháling og nógvari ferð. Tað var ikki fullkomiliga rætt tá vit í morgun skrivaðu, at ein bilur snaraði til vinstru í tí at ein annar bilur yvirhálaði hann.
Sannleikin er nevniliga, at tað var ein bilur, sum kom heimeftir Velbastaðvegnum frá Norðrasta Horni, ið yvirhálaði eina røð av bilum. Ein bilur, sum koyrdi vestur eftir Velbastaðvegnum skal snara til vinstru og varnast ikki, at nevndi bilur hevur so nógva ferð, at hann ikki nær at koma av vegnum.
Í einari roynd av sleppa undan samanstoyti dregur skjóttkoyrandi bilurin yvir í vinstru síðu fyri at umgangast snarandi bilin, men rakar í reyvina á hesum bili.
Skjóttkoyrandi bilurin fer so snurrandiheimeftir og sum myndin vísir fórst hesin bilurin rættiliga illa.