Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eftir skatt í 2017 var eitt avlop á 17,4 miljónir krónur móti 14,3 miljónum í 2016. Eginognin rentaði sostatt við 8,0 prosentum, og solvensurin við árslok var 19,2 prosent.
- Vøksturin í útlánum var 6,8 prosent ella 115 miljónir. Útlánini øktust úr 1.694 upp í 1.809 miljónir krónur, og ábyrgdirnar øktust úr 65 miljónir upp í 66 miljónir.
Í Norðoya Sparikassa vísa tey á, at vøksturin í innlánum var 5,1 prosent ella 107 miljónir – úr 2.119 upp í 2.227 miljónir krónur, og innlánsavlopið var 418 miljónir krónur við ársenda í 2017.
- Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 prosent. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ.
Lagt verður aftrat, at samlaða ábyrgdarfæið við árslok 2017 var 19.806.000 miljónir móti 18.091.000 miljónum í 2016. Hetta er ein øking á 1.715.000 miljónir krónur ella 9,5 prosent.
Umboðsráðsfundur verður hósdagin 26. apríl 2018. Eftir fundin verður fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2017 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.