Ábyrgd til borgaran og ábyrgd av landi ganga hond í hond

Tað eru óteljandi loysnir fyri, hvussu vit betra um búskapin hjá okkum og fáa lokkað føroyingar aftur til Føroyar. Vit eru øll ymisk og hava hvør sítt boð uppá, hvussu vit kunnu gera samfelagið betri og lættari at liva í.

Summi hava tørv á betri skúla, útbúgving og lestrarstuðuli. Tey flestu vilja hava skattalætta. Mong ynskja stuðul til mentan og ítrótt. Onnur vilja, at íløgur skulu gerast fyri at varveita útjaðaran. Aftur onnur vilja, at íløgur skulu dekka undirskot í hart raktum vinnum. Vit skulu byggja tunnlar og hava gott heilsuverk um alt landið. Skulu hjálpa teimum veiku, betra um umstøðurnar hjá teimum gomlu, syrgja fyri, at barnafamiljur verða stuðlaðar, og samstundis skulu vit venda hallinum á fíggjarlógini.

Føst í umsitingini
Trupulleikin hjá okkum er, at ov nógv av valdinum liggur hjá landinum. Búskaparliga býtið millum alment og privat er 80/20, sum er eitt býti, vit annars bara síggja í há-sosialistiskum londum sum Kuba og Norðurkorea. Hetta býtið má broytast sum skjótast, og vit mugu fáa meira javnvág í búskapin. Samfelagið er blivið ov dýrt at reka, og av tí at landið umsitir so stóran bita av vinnuni, er tað bara landið, vit kunnu venda okkum til í neyðini. Vit eru føst í umsitingini, fáa ikki brotið okkum leys, fáa ikki hugsað og skapað sjálvi og fáa ikki tað burturúr ognum okkara, sum vit í veruleikanum eiga rættin til.

Ábyrgd til borgaran
Landið má gera umleggingar í skipanini og geva ábyrgdina aftur til borgaran. Sum valskráin hjá Framsókn sigur, skal alt alment virksemi, sum ikki er grundrakstur – eitt nú infrakervið – verða einskilt. Almennar tænastur skulu bjóðast út til privatar fyritøkur, bæði fyri at fáa kapping um tær og fyri at staðfesta, hvat tær í veruleikanum kosta, og privatar tænastur skulu traðka til, har tað almenna ikki røkkur. Um vit eggja hugin til at seta í verk og geva privatum vinnurekandi betri karmar at virka undir, vil tað føra við sær breidri og betri útboð av tænastum í samfelagnum, meira dynamikk og búskaparligan vøkstur.

Ábyrgd av landinum
Samstundis sum vit geva ábyrgdina aftur til borgaran, skulu vit taka ábyrgd av egnum landi, tí áðrenn samfelagið kann fáa samanhangandi karmar at virka undir, mugu vit sjálvi skapa og umsita samfelagsbygnaðin. Vit mugu hava eina føroyska stjórnarskipan, og øll málsøki, ið viðkoma landi okkara, mugu skipast eftir okkara egnu reglum. Tað er einans við føroyskari lóggávu, gjørdari av føroyska fólkinum, at vit kunnu skapa nøktandi og samanhangandi karmar fyri fólk og vinnu í okkara landi.

Eftir okkara egnu treytum
Um vit geva ábyrgdina aftur til fólkið og privatu vinnuna, fáa vit meira av dynamikki og lívi í búskapin. Men tað er ikki fyrr enn vit hava fingið eitt land, ið vit sjálvi hava snikkað saman eftir okkara egnu treytum, at vit kunnu finna útav, júst hvat tað er, okkara samfelagi tørvar fyri at geva vinnu og mentan ordiliga nøktandi karmar. Tá vit hava fingið ábyrgd av egnum landi, kunnu vit hondseyma eina samfelagsskipan júst til okkara samfelag, ið fer at geva betri javnvág í búskapin. Einans eftir okkara egnu treytum, kunnu vit finna útav, hvat tænir okkum sjálvum og samfelagi okkara best.