Tað er fallið mongum fyri bróstið, at teir flokkar, sum nú mynda landsstýri, hava boðað frá, at teir ætla at fremja tiltøk, sum skulu bøta um hjá teimum trongdu pørtunum av vinnulívinum. Hetta verður lagt út sum, at nú verður vent aftur til tann mekaniska studningsbúskap, sum vit hava ringar royndir av frá áttatiárunum.
Teir flokkar, sum endaðu í andstøðu, krevja treytaleyst, at eingin almenn uppílegging kemur fyri. Teir vilja altso við øðrum orðum, at marknaðurin fullkomuliga skal stýra búskapi og vinnulívi. Hetta er ein erlig støða, og hetta hevur verið roynt í fleiri londum tey seinastu 120 árini. Royndirnar við reinum markanðarbúskapi hava verið einvíst vánaligar.
Hvør 8. floksnæmingur (við allari virðing annars fyri teimum) kenna John Maynard Keynes. Tá heimsbúskapurin skramblaði saman í 1929 m. a. orsakað av reindyrkaðum marknaðarbúskapi í USA, kom Keynes fram við sínum vælkendu áskoðanum um blandingsbúskap. Tað, sum Keynes royndi at fáa politikkarar at skilja, var, at hóast ein í princippinum er fyri marknaðarbúskapi, so koma støður og viðurskifti, sum gera, at statsvaldið noyðist at taka ábyrgd av búskapinum. Tá marknaðarkreftirnar fara í sjálvsveiggj ella sýna ótálmað ábyrgarloysi, ella tá náttúruvanlukkur órógva javnaðvágina í marknarbúskapinum, tá má og skal tað almenna inn sum regulerandi og mennandi táttur.
Alt hetta er hent hjá okkum, og búskapurin, sum sambært fráfarna fíggjarmálaráðharra var grundleggjandi sunnur, er álvarsliga sjúkur. Hetta kann einhvør vissa seg um við at lýta at arbeiðsloysistølunum. 700 fólk eru nú arbeiðsleys, og tølini ganga tíverri skjótt tann skeiva vegin. Her má nakað gerast! At sita hendur í favn, meðan landsmenn í hundraðtali aftur skulu noyðast frá húsi og heimi, er ábyrgarleyst. Tað er her ein skilnaðurin gongur millum landsstýrið og andstøðu. Andstøðan hevur valt tað gomlu liberalistisku uppskriftina hjá Reagan og Tatcher at lata alt, sum ikki kann standa falla, og so rokna tey við, at restin lekir seg av sær sjálvum ella siga sum maðurin á sinni: »Det grejer sig i sjøen!« Men soleiðis er ikki við nútímans búskapi ella fyri alt tað við ILA - tað kemur ikki í rættlag av sjær sjálvum. Tað almenna má taka ábyrgd og leggja karmarnar soleiðis til rættis, at tær sjúku vinnurnar koma fyri seg aftur sum skjótast, so vit ikki aftur enda í arbeiðs- og vinnuloysi. Alt annað er ábyrgarloysi.