Katrin Hovland Petersen, Ungmannafelagið Samband
----------
Unga Tjóðveldi hevur tikið sær tykni av, at undirritaða á landsfundi Sambandsfloksins førdi fram at vit ungu eru politiskt líkasæl og ábyrgdarleys - vit kunnu ikki loyva okkum bert at hugsa um okkum sjálvi, men mugu eisini taka atlit til okkara eldru og okkara eftirkomarar.
Fyrst og fremst má staðfestast, at tær hugleiðingar, sum eg førdi fram á landsfundi Sambandsfloksins als ikki eru nýggjar hugsanir - sjálvandi eru vit ungu líkasæl og ábyrgdarleys! Hví eru vit líkasæl, hvat viðvíkur politikki? Tí vit hava annað at hugsa um! Hví eru vit ábyrgdarleys? Tí vit hava ikki ábyrgd av øðrum enn okkum sjálvum! I’m just stating the obvious.
So tá Unga Tjóðveldi kemur við tí niðurstøðu, at eg skuldi hildið meg verið meira umhugsin enn onnur ung, er hetta púra burturvið – lesur mann tekstin eitt sindur meira nágreiniligt, vildi ein eisini sæð, at eg sigi »vit ungu«.
So haldið høvdið kalt og leypið ikki framav við niðurstøðum, ið einki hald hava í veruleikanum.
Tað hevði frøtt meg, um vit hinvegin kundu fokuserað upp á tað týdningarmikla í tekstinum.
Eg standi fast við mína útsøgn um, at ábyrgdarloysi í ungdóminum m.a. sæst í tí, at so nógv ung eru tjóðveldissinnaði. Eg trúgvi virkuliga, at tað eru nógv ung, sum meina tað allarbesta við at vera tjóðveldissinnaði – tey fylgja hjartanum og einari sera týdningarmiklari ábyrgdarkenslu – hetta er sama ábyrgdarkenslan, sum sigur teimum, at tey ikki skulu snulta upp á foreldur síni alt lívið. Ein heilt ígjøgnum góður hugburður til lívið - og eg havi sera stóra virðing fyri teimum, sum klára at útliva hendan hugburð.
Men eg ræðist, tá mann førir hendan hugburð yvir á eitt heilt samfelag – eitt, let’s face the facts, sera lítið samfelag. Mann má duga at síggja mun á tí, sum er galdandi fyri ein sjálvan (einstaklingin) og á tí, sum er galdandi fyri eitt samfelag!
Tá ein einstaklingur tekur hendan sjálvstøðuga hugburð á seg, er tað bert einstaklingurin, sum følir vansarnir av hugburðinum.
Men velja teir ráðandi í einum landi hendan hugburð fyri alt samfelagið, so er tað ikki bert ein sjálvur, sum merkir vansarnir av hugburðinum: ØLL merkja teir – børnini, tey ungu, barnafamiljurnar, tey gomlu, tey veiku og tey sjúku.
Fyri okkum ungu bilar tað ikki - vit rýma bara av landinum so skjótt, sum tað ikki er gott at búgva her meira! Tað er altíð tann framleiðandi, skapandi parturin, ið fer fyrst, tá tað gongur niður á bakka í einum samfelagi.
Tí er tað so eviga lætt hjá okkum at rópa »tjóðveldi, tjóveldi!« – men ábyrgdarfult, tað er tað ikki.
So tá Unga Tjóðveldi heldur, at sambandsungdómur ikki hevur dirvi at ganga frameftir, so má eg staðfesta, at tað er fullkomiliga misskilt: tað handlar ikki um dirvi, men um ábyrgd – eisini ábyrgd fyri øðrum enn mær sjálvum!