Býráðslimir samdir um hvat kommunuskúlin skal brúkast til

Kommunuskúlin skal IKKI takast niður

Kommunuskúlin í miðbýnum í Havn, skal ikki javnast við jørðina.

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Síðani hann varð niðurlagdur sum skúli, hava nógv uppskot verið um, hvat hann skal brúkast til.

Men serliga Jógvan Arge, býráðslimur, heldur rætt og slætt, at hann skal takast niður.

 

Les eisini: Kommunuskúlin skal javnast við jørðina

 

Men tað verður av ongum, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tvørtur ímóti eru nógv teir flestu býráðslimirnir samdir um, hvat hann skal brúkast til.

hann leggur dent á, at enn er eingin formlig avgerð tikin í býráðnum um Kommunuskúlan.

Men hann sigur, at næstan allir býráðslimirnir eru samdir í, at hann skal verða eitt mentanar- og virksemishús, har virksemi av øllum handa slagi kann húsast, bæði pensjónistar, tónleikarar, málarar, telvarar, grafiskur verkstaður, ungdómshús og so framvegis.

 

Les eisini: Kommunuskúlin verður mentanarhús

 

Heðin Mortensen sigur, at nú skal ein støðumeting gerast av skúlanum.

Í hesum sambandi fara serfrøðingar nú at gjøgnumganga allan skúlan fyri at fáa fulla greiði á, hvussu tað er statt við honum, bæði viðvíkjandi soppi og øðrum viðurskiftum sum heild.

- Eg vænti, at um einar tvær vikur hava vit eina fullfíggjaða støðumeting av skúlanum, sigur borgarstjórin.

 

Og tað skuldi ikki undra hann, verður niðurstøðan tann, at í stórum parti av skúlanum er støðan ikki so ring.

 

Les eisini: Kommunuskúlin skal verða skúli aftur

 

- Eg ivist ikki í, at niðurstøðan verður, at flytast kann inn í fleiri av rúmunum beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.

Men hann krevur umvælingar, hann skal hava nýtt tak og hann skal klæðast og hava nýggj vindeygu.

So er hann tættur og síðani skal hann eisini reinsast innan fyri sopp, sigur Heðin Mortensen.

Hann heldur, at tað er skeivt at taka hann niður, tí eftir byggisamtyktini er tað ógvuliga avmarkað, hvat kann byggjast aftur.