Býráðið setti býráðslim sum samskipara

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Boga Andreasen í starv sum samskipari í Reinsarínum og Perluni. Í alt komu 27 umsóknir til starvið.

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Boga Andreasen í starv sum samskipari í Reinsarínum og Perluni. Í alt komu 27 umsóknir til starvið.

 

Bogi Andreasen er 41 ára gamal og upprunaliga útbúgvin námsfrøðingur. Bogi Andreasen kemur úr starvi sum býlingsstjóri í SMS. Frammanundan var hann leiðari í Margarinfabrikkini og hevur eisini arbeitt í marknaðardeildini hjá BankNordik.

 

Í tvey ár, meðan Bogi Andreasen var leiðari í Margarinfabrikkini, hevði hann eisini ábyrgd av Perluni og Reinsarínum, har hann m.a. skipaði fyri konsertum og mentanarligum tiltøkum.

 

Reinsaríið er nú liðugt umbygt og verður handað kommununi í næstu viku. Reinsaríið verður rytmiskt spælistað, tvs. tónleika- og konsertstað burturav, og verður saman við Perluni týðandi mentanarhøli í miðbýnum.

 

Reinsaríið og Perlan eru partar av uppgávuøkjunum hjá mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.