Bymar skoraði tvey mál

Jacob Bymar, sum í fjør spældi fyri B68, skoraði tvey mál fyri Varde um vikuskiftið. Varde spælir í 2. deild vestur, og liðið hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá OB. OB vann 3-2, og Bymar skoraði bæði málini hjá Varde. Seinasta vikuskiftið skoraði Bymer eitt mál, so hann hevur mál í gaggunum í hesum døgum.