Bymar skoraði sigursmál

Jacob Bymar, sum hevur spælt fyri KÍ og B68, skoraði sigursmálið, tá ið Varde spældi í trðibestu deildini í Danmark leygardagin. Varde var á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá AaB. Tað kom bert eitt mál í dystinum, og tað skoraði Jacob Bymar, tá ið 52 minuttir vóru farnir av dystinum. Bymar hevur skotið fleiri mál fyri Varde seinastu vikurnar.