Jacob Bymar skoraði aftur um vikuskiftið mál í 2. Deild vestur í Danmark. Fyrrverandi KÍ- og B68-spælararnir spælir nú fyri Varde, og um vikuskiftið vann Varde 3-1 FC Fyn. Tað var tó liðið á Fjóni, sum legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Men so tók Varde seg um reiggj og vann 3-1. Jacob Bymar skoraði seinasta málið í dystinum stutt fyri leiklok.