Fyrrverandi KÍ og B68 framherjin Jacob Bymar skorar regluliga mál fyri danska 2. deildarliðið Varde, og Bymar fekk ein eitt mál um vikuskiftið. Tað gekk bara ikki nakað serliga væl hjá Varde, sum tapti 4-1 ímóti Blokhus FC. Jacob Bymar skoraði til 2-1 beint fyri hálvleikssteðgin, men í seinna hálvleiki skoraðu teir úr Blokhus tvey mál afturat.