"Bylgju Cup" verður 29. og 30. desember

29.-30. desember 2017 skipar fjepparafelagið, Bláa Bylgjan fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri.

Í døgunum 29.-30. desember 2017 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri.

 

Í 2016 vóru umleið 100 lið við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum. FSF hevur til komandi kappingarár broytt aldursbólkarnir, so at kappast verður m.a. í U17, U15, U13 og U11. Kappingarnar í Bylgju Cup 2017 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

 

Kappast verður í hesum aldursbólkum: 

U 7 dreingir 5-6 ár (f. 2011-12)

U 9 dreingir 7-8 ár (f. 2009-10)

U 11 dreingir 9-10 ár (f. 2007-08)

U 13 dreingir 11-12 ár (f. 2005-06)

U 15 dreingir 13-14 ár (f. 2003-04)

U 17 dreingir 15-16 ár (f. 2001-02)

U 19 dreingir 17-18 ár (f. 1999-00)

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á vøllinum samstundis).

 

Væntandi verður spælt soleiðis: Fríggjadagin 29. desember: U19, U17, U15, U13 og allar gentukappingarnarLeygardagin 30. desember: Vaksin, U7, U9, U11.

 

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir eru teir somu á gentusíðuni tó so,  at tað verður U18 kapping ístaðin fyri U17 og U19, eins og FSF skipar kappingina í 2018.

 

Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U17, U19 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

 

Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

 

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

 

Tilmelding á telefon ella í sms-boðum fer fram á telefon 295401 ella á privat boði hjá Bláu Bylgjuni á facebook.

 

Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri, at liðið er meldað til kappingina.

 

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld mánakvøldið 27. desember kl. 19.00.Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.