Byin.fo hevur ikki snýtt Toll og Skatt

Tá Hummer limousinan varð flutt inn í landið, var bæði MVG og GATT-tollur goldin. Innflytarin skilur ikki, hví Akstovan hevur upplýst fyri Sosialinum, at talan var um brot á § 25 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Bilar

Hallur Poulsen, greiður frá at, talan er um eina misskiljing úr enda í annan. Byin.fo setti seg í samband við Hall, tí teir vistu, at hann plagdi at innflyta bilar. Hetta var mikudagin 7. februar og fyrispurningurin var, um hann kundi fáa teimum eina Hummer limousinu til Føroyar við Norrønu leygardagin 10. februar. Hóast talan var um knappar vendingar, so gekk hetta. Hallur fann eina Hummer Limousinu í Týsklandi og keypti hana. Hallur legði út fyri hana, og tók sær somuleiðis av kostnaðinum fyri øll avgjøld.
- Tá bilurin kom til Føroyar við Norrønu, legði Norrøna at í Klaksvík og eg rindaði eg bæði GATT-toll og MVG. Týski eigarin hevði boðað mær frá, at pláturnar kundu brúkast í øllum Evropa, og tá Akstovan ikki hevði tíð til at gera sýnið beinanvegin, hugsaðu vit, at vit kundu koyra við útlendsku plátunum, inntil Akstovan hevði tíð til at gera sýnið. Tað, sum vit ikki vistu var, at hóast pláturnar vóru lógligar, so var tað bert eigarin, sum hevði loyvið at koyra við bilinum, og áðrenn bilurin varð skrásettur í Føroyum, stóð eigarin at vera upprunaligi týski eigarin, greiður Hallur Poulsen frá.
Løgreglan hevði sostatt fullan rætt til, at steðga bilinum, tí tað var skeivur bilførari, ið koyrdi hann. Men Hallur heldur, at tað er sera óheppið, at tað er lagt fram, sum um talan var um óreglusemi við avgjøldum.
- Eg havi goldið øll avgjøldini, og Byin.fo hevur endurrindað mær alt, so tí er tað uppspunnið, um Akstovan ber fram, at talan er um annað.
Í gjár vistu eigararnir at siga, at Limousinan, ið stendur í Gøtudali, eftir at Løgreglan steðgaði henni sunnumorgunin, fær føroyskar plátur í morgun.