Leygarkvøldið 1. desember fyllir byin.fo eitt ár og heldur tí føðingardagsveitslu. Í Rex spælir Faktor 4. Byin.fo gjørdi herfyri sáttmála við bólkin, ið sigst at kunna bera tunga arvin eftir Showmonnum víðari. Jens Marni Hansen er oddamaðurin í bólkinum, sum spælir alt, ið fólk ynskja.
Eisini Manhattan ber dám av føðingardagshaldinum. Umframt ókeypis ?sodavatn? í barrini kl. 17, kl. 20 og aftur kl. 22 fara tveir fyrrverandi limir í Týr at spæla. Hesir eru Jón Joensen og Pól Arni Holm, sum umframt at spæla leygarkvøldið, tjóvstarta føðingardagin kvøldið fyri.
Teir báðir spæla alskyns tónleik - føroyskan sum útlendskan, og royna at leggja seg eftir fólkatónleiki so sum írskar og skotskar vísur.