Bygt og goldið eftir einum ári

Bóndin á Skálanesi var tíðindafróður og greitti eitt sindur frá, tá føroyingar róðu út har. Inntøkan frá føroyingunum var so góð, at bóndahúsini vórðu bygd og goldin eftir einum ári

Eitt av støðunum, føroyingar róðu út frá á eysturlandinum í Íslandi, var Skálanes.
Tað var eisini eitt av málunum hjá ferðalagnum hjá Óla Jacobsen – sum tað heilt einfalt varð nevnt – og bóndin á Skálanesi greiddi eisini eitt sindur frá um ta tíðina, føroyingar vóru har.
Í dag ber ikki til at siga, at maðurin livir sum bóndi, sum hotellstjóri ella sum veiðuleiðari.
- Alt er blandað saman í dag. Ein partur av inntøkuni kemur frá at hava útlendskar lesandi búgvandi, ein onnur frá at verða ferðaleiðari hjá veiðumonnum, sum hava keypt sær lisens at veiða reinsdjór. Og ein triði partur kemur frá innheintan av æðudúni, greiðir bóndin frá.
Hann hevur eini túsund æðureiður, har hann savnar dún. Tilsamans savnar hann eini fimm kilo um árið, og tað plagdi at geva einar 150.000 krónur í inntøku. Men nú íslendska krónan er so lág, eru tær inntøkurnar falnar niður í 75.000 krónur um árið.
Hinvegin er eingin seyður longru á Skálanesi.
Hann fekk eina sótt, so alt mátti takast av. Nýggjur seyður er settur við, men hann kennir ikki leiðirnar út á Skálanes, og tískil finst eingin seyður har í dag.

Gott lag
Ein heilt serlig uppliving við túrinum út á Skálanes var busstúrurin. Tað bar ikki til at koyra út á Skálanes við vanligum bussi, tí vegurin var snøgt sagt ikki soleiðis skikkaður, at tað lat seg gera.
Neyðugt var við serbygdum bussi við serliga høgnum hjólum. Koyrast skuldi eisini tvørtur um fleiri áir, og bakkarnir vóru í fleiri støðumn so høgir, at vanligir bussar høvdu botnað og staðið fastir.
Men tað var eisini eitt upplivilsi, vóru tey flestu samd um.
Tíverri hevði hann hug at dropa, meðan ferðalagið var á Skálanesi, men tað var ikki verri enn so, at fólk hildu seg til at vera uttandura eisini.
Lagið var so gott, at nýbygdi tilbygningurin legði gólv til »Tá eg verði stórur«, sum var so lystiliga kvøðin á Skálanesi. Helst fyrstu ferð í søguni.
Og at fólki dámdi væl hendan túrin og hesar útferðirnar, sást – ella rættari, hoyrdist – týðiliga, tí gomlu slagararnir rungaðu í bussinum til tónarnar frá gittaranum, sum Atli Gregersen hevði við á ferðini.

Peningastøð
Føroyingar róðu sum nevnt út frá Skálanesi í fleiri ár og somuleiðis út frá Brimnesi hinumegin fjørðin.
Hetta var ein góð vinna fyri føroyingar flestu árini, og ikki minni fyri íslendingar, sum tóku seg rímiliga væl betaltar fyri at leiga hús út til føroyingar, og við at keypa fiskin, sum føroyingar fiskaðu.
Bóndin á Skálanesi kundi soleiðis greiða frá, at bóndahúsini, bygd í 1921, vórðu bygd og goldin frá inntøkunum frá føroyingum eftir einum ári. Hann legði tó aftrat, at hann ivaðist í, um hetta var fullkomiliga satt.
Men eisini í aðrar mátar var nógvur peningur og ríkidømi í økinum.
Um aldarskifti fluttu nógvir íslendingar til Kanada, og tá ferðaðust teir um Brimnes, og har varð jørðin seld, og brimnesmenn seldu hana so víðari. So serliga Brimnes var ein peningamiðdepil í gomlum døgum.
Bóndin var søgufróður, og føroyingarnir væl nøgdir við túrin, hóast tað sum nevnt hevði hug at dropa nakað.