Skipasmiðjan MEST í Havn hevur bygt ein stóran arbeiðsflaka til Marine Harvest, og flakin er nú latin alifelagnum.
- Talan er um ein flaka, sum er 25 metrar langur og níggju metrar breiður. Í næstum verður útgerð sett á arbeiðsflakan.
Á MEST vita tey at siga, at skipasmiðjan hevur staðið fyri øllum stál-og málingaarbeiði í samband við flakan hjá Marine Harvest.









