Samkoman Lívdin er farin undir stóra byggiverkætlan mitt í Hoyvík, har ætlanin er at byggja nýggjan samkomubygning við Vegin Langa og Løgmannabreyt.
Í dag 9. september er stundin komin, at bygningurin verður reistur.
Arbeiði byrjaði í apríl mánaði og í summarferiuni hjá arbeiðstakaranum hava samkomulimir stoypt gólvið í bygninginum. Leiðslan í samkomuni vónar, at bygningurin verður liðugur í 2016.
Samkoman telur umleið 500 fólk og hevur sítt møtivirksemi í Skúlanum við Løgmannabreyt og í einum sethúsum við Vegin Langa.
Samkomubygningurin við sínum 800 sitiplássum verður eisini eitt nýbrot fyri mentanarlívið í Føroyum, tí ætlanin er, at bygningurin skal vera ein øðrvísi mentanarpallur við møguleika fyri bæði konsertum og ráðstevnum, ið ikki kunnu húsast í Norðurlandahúsinum.










