Bygningurin má umvælast áðrenn tað er ov seint

– Tað hevði verið ein katastrofa, um ómissandi mentanararvur varð oyðilagdur, til dømis um tað fór at regna á málningarnar hjá Mikines. Tað verður byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður liðugt í summar 2020, sigur Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavni Føroya

Tann stóra avbjóðingin við Listasavni Føroya beint nú er, at bygningurin hevur tørv á einari umfatandi umvæling. Stutt aftaná Karina Lykke Grand bleiv stjóri, uppdagaði hon, at tað regnaði inn gjøgnum takið. Landsverk kannaði takið, og niðurstøðan var, at bygningurin treingir til umvælingar.

– Takið hevur tað nøkunlunda, og tað hava verkini eisini. Tað er ikki soleiðis, at tað beinleiðis regnar inn, men eg kann ikki garantera, at tað blívur við at vera soleiðis, og tí verður tað umvælt. Tað hevði verið ein katastrofa, um ómissandi mentanararvur varð oyðilagdur, til dømis um tað fór at regna á málningarnar hjá Mikines. Tað skal umvælast nú, áðrenn tað verður ov seint, sigur Karina Lykke Grand við Vikuskiftis Sosialin.

Stjórin í Listasavni Føroya hevur verið í miðlunum við hesari avbjóðingini í heyst, og hon fegnast í dag um, at politikararnir tykjast lurta eftir henni.

– Vit eru í góðum dialogi við Løgtingið og Mentamálaráðið, og eg merki stóra vælvild til, at hendan føroyska listin, sum er í serflokki, eisini kann vísast fram í bygningum, sum eru í serflokki. Øll lond hava eitt tjóðlistasavn, og sjálvandi skulu Føroyar eisini hava tað, men tað má eisini gjarna vera í góðum standi.

- Tað verður byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður liðugt í summar 2020, sigur Karina Lykke Grand.