Bygningurin hjá Eik í Hornabø seldur

Bygningurin hjá Eik Banka í Hornabø í Havn er nú seldur málarameistaranum, Una Zachariasen.


Uni sigur, at hóast hann hevur keypt bygningin við tí í hyggju at brúka hann til vinnuligt endamál, verður ikki talan um nakran Unibank.

 

Bygningurin, sum er tilsamans 283 fermetrar í trimum hæddum,  varð seinast umbygdur til virksemi bankans í 2001.