Bygningar úr Føroyingahavnini gerast leguhús hjá børnum

Í fjør summar vórðu tríggir bygningar tiknir niður í Føroyingahavnini í Grønlandi og gongst, sum umboð fyri brøðrasamkomuna í Føroyum vilja, verða hesir reistir uppaftur sum karmur um leguhús hjá børnum í Suðurgrønlandi

Leguhús

Seinnu árini hevur ofta verið frammi, at føroyingar áttu at ruddað upp eftir sær í Føroyingahavnini í Grønlandi. Myndir av illa farnum húsum og skúrum, sum áður vóru karmur um virksemið hjá nógvum føroyingum har yviri, eru vístar í bløðum og sjónvarpi, og hildið hevur verið, at hetta hevur sæð alt annað enn gott út.
Alt hetta hevur sína longu søgu og er neyvan so einfalt, sum mangur hevur hildið.
Uttan at fara út alla ta søgu, sum liggur aftanfyri alt hetta, kunnu vit í minsta lagi vísa á, at tað eru ikki bara føroyingar, sum áttu og enn eiga allar bygningar og tað, sum eftir var av atløgubryggju í Føroyingahavnini.
Miðvingurin Kaj Hjalgrímsson eigur í dag fleiri av bygningunum í Føroyingahavnini. Hann er ein eldri maður í dag, sum neyvan hevur teir stóru møguleikarnar at gera nakað við alt tað, sum stendur og forfellir har yviri.

Byggja barnalegu
Nú bendir so alt á, at nakrir av bygningunum úr Føroyingahavnini fara at koma øðrum til góðar – í hesum førinum børnum í Grønlandi.
Kaj Hjalgrímsson læt í fjør tríggjar av hesum bygningum til ein grunn, sum umboð fyri brøðrasamkomuna í Føroyum standa aftanfyri. Hetta eru fólk, sum gjøgnum fleiri ár hava verið við til at skipað fyri barnalegum og trúboðanarvirksemi í Grønlandi.
Grunnurin aftanfyri verkætlanina, ið reist verður við ein niðurlagdan bóndagarð í Suðurgrønlandi, kallast Kaamasoq, og tað eru fimm føroyingar, sum standa aftanfyri henda grunn.

Stórarbeiði
Páll Poulsen, ið er kendur innan brøðrasamkomuna í Føroyum, er ein av monnunum aftanfyri Kaamasoq.
Hann sigur, at teir í fjør summar tóku hesar tríggjar bygningarnar í Føroyingahavnini niður og fluttu alt tilfarið við skipi hjá Sandgrevstri í Fuglafirði til eitt pláss í Suðurgrønlandi, tætt uppat niðurlagda bóndagarðinum.
- Hetta var eitt rættiliga stórt arbeiði, tí alt mátti takast niður og flytast við handamegi. Við staðið, har leguhúsið skal byggjast, er heldur eingin bryggja, og haðani mátti alt tilfarið eisini flytast niðan á økið, har tilfarið nú liggur.
Páll sigur, at tað tók góðar tríggjar vikur at taka húsini niður og flyta tey.
- Í byrjanini var eg einsamallur, men síðan vóru vit fleiri, sum vóru saman um hetta stórarbeiði, leggur hann aftrat.

30 børn á legu
Niðurtiknu bygningarnir í Føroyingahavnini skulu reisast uppaftur og verða karmur um leguhús hjá børnum í Grønlandi og starvsfólkahús hjá teimum, sum hjálpa til á barnalegunum.
Páll Poulsen sigur, at nýggja leguhúsið verður einar 300 fermetrar stórt og fer at kunna taka ímóti 30 børnum í senn. Starvsfólkahúsið verður góðar 100 fermetrar stórt og kemur at hava 8 kømur.
- Samkoman hevur eisini skip í Grønlandi, sum koma at flyta børnini til og heimaftur av legunum, leggur hann aftrat.
Tekningar eru gjørdar av verkætlanini, og nú bíðar grunnurin eftir, at øll loyvi skulu koma upp á pláss.
- Tey, sum áttu garðin og sita á lendinum á leiðini, hava einki ímóti, at leguøkið verður bygt. Ætlanin verður soleiðis framd í samráð við tey, eins og kommunalu myndugleikarnir hava góðkent byggiætlanina.
Páll Poulsen sigur, at enn bíða tey eftir grønlendska heimastýrinum um ”arealtildeling”, sum tað verður rópt, og fyrr enn hesi viðurskifti eru greið, er byggiloyvið ikki tøkt.
- Eg vildi ynskt, at vit sótu við byggiloyvinum nú, so vit kundu farið í gongd, sigur hann.

Næsta summar
Páll Poulsen væntar, at um endaligu loyvini ikki fara at draga alt ov langt út, fer nýggja leguhúsið og starvsfólkahúsið í Grønlandi at standa uppi, soleiðis at tey kunnu byrja barnalegurnar í nýggja umhvørvinum á sumri næsta ár.
Nærmasti býurin til føroyska leguøkið í Suðurgrønlandi er Juliannehåb, sum liggur einar 12-15 sjómíl haðani.
Tað eru umleið 35 ár, síðan brøðrasamkoman í Føroyum av fyrsta tíð fór undir at skipa fyri barnalegum í Grønlandi.
Páll Poulsen sigur, at tá brøðrasamkoman í sínari tíð byrjaði við barnalegum í Grønlandi, vóru eisini eini gomul hús tikin niður í gomlu Føroyingahavnini og bygd uppaftur til leguhús.
- Veðurlagið í Grønlandi er soleiðis háttað, at timbur heldur sær leingi. Tað er turt og kalt stóran part av árinum, og tí kann nógv av hesum tilfari brúkast aftur, sigur hann.
Hesi trý húsini, sum nú eru tikin niður í Føroyingahavnini, eru upprunaliga norsk elementhús, sum norðmenn í sínari tíð bygdu har yviri.