Broytingarnar skulu frígeva orku hjá aðalskrivarinum, so at hann kann fáast við aðrar uppgávur. Millum annað verður hugsað um starvsfólkarøkt. Broytingarnar fara at virka í byrjanini næsta ár.
Á heimasíðuni hjá Heimamissiónini skrivar Vagn Foldbo, aðalskrivari, soleiðis um broytingarnar:
Aðalskrivari
Aðalskrivarin verður framhaldandi dagligi leiðarin hjá rørsluni. Hann fyrireikar mál til Høvuðsstýrið og fremur tað, sum har verður samtykt. Eisini fer aðalskrivarin at hava ábyrgd av sambandinum millum landsarbeiðið og staðbundnu arbeiðini. Starvsfólkaleiðslan verður løgd út á deildarleiðararnar.
Deildarleiðari á boðanardeildini
Deildarleiðarin á boðanardeildini verður leiðari hjá øllum trúboðarunum, bæði heima og úti. Eisini skal hann leiða barna- og ungdómsráðgevan eins og staðbundnu skrivararnar. Øssur Kjølbro verður starvsfólkaleiðari fyri tey 11 fólkini á boðanardeildini. Deildarleiðarin á boðanardeildini verður varaaðalskrivari.
Deildarleiðari á samskiftisdeildini
Umframt fíggjarleiðari verður Jørmund Foldbo leiðari á samskiftisdeildini. Hann skal vera starvsfólkaleiðari hjá blaðstjóra, blaðfólki, layout-fólki, forlagsleiðara, fyristøðufólki og skrivstovufólki.
Visjón
Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru. Vit vilja við bygnaðarbroytingunum fegin møta okkara starvsfólkum betri, har tey eru, eins og møta tykkum í staðbundnu arbeiðunum betri, har tit eru. Eg meti, at vit við hesum broytingum betri kunnu náa okkara endamál: at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.