Leygardagin 1. Juli verður Bygma Sunnasta Hálvmaraton fyri sættu ferð. Tiltakið hevur verið eitt av størru afturvendandi ítróttartiltøkunum í Suðuroynni tey seinastu árini. Teinur og tíð á árinum hava verið ymisk frá ár til ár.
Teinurin í ár verður tann sami, sum í fjør, har byrjað verður við minnisvarðan í Porkeri. Runnið verður gjøgnum Vág, Lopra, út á Akrar, og heima aftur til Vágs, har mállinjan verður á Eiðinum í Vági við 21,16 km.
Eins og í fjør verður møguleiki at ganga/renna ein tein á 10 km, har øll tey luttakandi fylgjast nakað inn um SEV-verkið í Vági, og tey sum ætla sær 10 km, venda og halda leiðina vestur á Eiði til mállinjuna.
Byrjað verður kl. 13.00, har gongufólk og rennarar fara avstað í senn.
Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 400, og íroknað prísin er bussur frá VB húsinum til startlinjuna í Porkeri, okkurt lætt til matna í VB húsinum eftir at teinurin er runnin, heiðursmerki og ein flott t-shirt. Seinasta freist at melda til tiltakið og ogna sær eina t-shirt er leygardagin 3. juni 2023
##med2##
Tekning til hálvmaraton kann gerast her.
Fyrireikarnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár sum undanfarin ár. Nevndin í Hvistuni sera takksom fyri at Bygma Balslev hevur valt at verða høvuðsstuðul til tiltakið, sum tí ber heitið Bygma Sunnasta Hálvmaraton.
Tiltakið er flutt frá sunnudegnum 2. juli, tí mett verður at tíðin fyri at gjøgnumføra tiltakið er ov stutt hjá teimum, sum skulu norður aftur við Smyril, skrivar Suðurrás.