Byggja Zarepta út

Eftir drúgvar fyrireikingar er spakin nú settur í at fremja byggibúning og bygging av tveimum teimum fyrstu nýggju bygningunum í heildarætlanini fyri Zarepta í Vatnsoyrum.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Zarepta.

Hesin fyrsti parturin av útbyggingini, sum verður framdur, fevnir um tveir bygningar til gentuliðini, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll og parkeringsøki.

Tað eru Birgir Andreasen og Poli Vang, sum vegna nevndina fyri Zarepta-legurnar standa á odda fyri arbeiðnum at fremja løgdu heildarætlanina.

- Vit hava havt sera positivt samskifti við allar partar her í lokalsamfelagnum, og nú fyriliggja allar neyðugar góðkenningar, so farast kann undir sjálvt útgrevstrar og byggiarbeiðið, siga teir báðir við heimasíðuna hjá Zarepta.

Teir eru sera fegnir um, at Vága Kommuna hevur játtað prinsippielt byggiloyvi til ætlanina. Enn restar at fáa øll tey teknisku viðurskiftini upp á pláss, men tað verður arbeitt við fullari orku at fáa tað uppá pláss eisini.

2300 m2 aftrat í hesum umfari

Bygningarnir, sum nú eru settir í framleiðslu, fevna um nýggj kømur til gentuliðini á summaralegunum, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll og parkerinsøki.

Harumframt eru brúsu- og skiftingarrúm, turkirúm, klædnarúm til vásaklæðir, ítrivsrúm, bókasavn og teldurúm.

Á ovastu hædd er gentudeildin við tólv kømurum við vesum og brúsum.

Nýggja svimjihøllin fer at hava tveir hyljar, ei lítlan til smábørn og ein stóran við spæliøki og skreiðibreyt.

Hesir báðir bygningarnir telja samanlagt umleið 2300 fermetrar. Haraftrat kemur uttanumøkið, sum verður innrættað til umleið 100 nýggj parkeringspláss umframt pláss til tríggjar bussar.