Byggja vardar íbúðir í Eysturoy og í Norðoyggjum

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur í dag latið løgtinginum lógaruppskot um at byggja vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi í Norðoyggjum og í Eysturoy. Miðað verður ímóti at byggja tvey sambýli til tilsamans 32 fólk, har talan skal verða um smærri íbúðir við køkog stovu, sovikamari og wc við felagshølum.

Samstundis hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at halda uppat at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýli, tí hon vil heldur byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir.

Ætlanin er, at í longdini skulu teir nýggju bústaðirnir eisini koma í staðin fyri nøkur av sambýlunum, sum ikki eru tíðarhóskandi.

Mett verður at tað fer at kosta 33 milliónir at byggja bæði sambýlini og byggingin fer at taka tvey ár. byggingin er mett til at taka 12 mánaðir, og væntandi verða tey liðugur á sumri 2013.