Teir eru farnir undir at stilla upp til nýggju vøggustovuna, sum byggjast skal norðan fyri kommunuhúsið í Sandavági
Tað er nakað síðan, at staðfest varð, at dagstovnurin Sóljugarður var ov lítil, og tí samtykti bygdarráðið at byggja nýggja vøggustovu oman fyri Sóljugarð beint norðan fyri kommunuhúsið.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur, at vøggustovan eftir ætlan skal vera liðug um eitt ár. Fyribils er bara stoypiarbeiðið boðið út. Tað er Hugin Skaalum í Sørvági, sum ger arbeiðið, skrivar heimasíðan hjá Sandavágs kommunu.
Vøggustovan er ætlað at hýsa 30 børnum í tveimum stovum, og kostnaðurin er millum tríggjar og fýra milliónir krónur. Jákup á Stongum hevur teknað vøggustovuna.