Hans á Lag var sjálvandi fegin um, at hann og HB veruliga tykjast hava fingið gongd á málskjótingina, men hann ásannaði eisini, at talan var um ein heldur bíligan stórsigur.
- Tað týdningarmesta hjá okkum tykist vera, at vit byrja væl. Klára vit at skora eini tvey-trý mál, so gerast tey ofta fleiri. So tað ræður um at byrja væl, tí tá endar tað aloftast eisini væl.
- Og so skal ein sigur ikki takast fyri meira enn tað sama. Tað er umráðandi hjá okkum, at vit taka ein dyst í senn, og so byggja upp á góðu gongdina, so hvørt sum dystirnir koma.
FM-heitið er helst farið, men tit eru av álvara við í kapprenningini um silvur. Er tað tað, sum nú er málið hjá tykkum?
- Ja. Silvurmerkini í sjálvum sær eru ikki so týðandi í mínari verð. Men eitt silvurmerki gevur atgongd til UEFA-cup, og tað hevur stóran týdning. Ikki minst er tað av stórum fíggjarligum týdningi fyri felagið, so tað fara vit eftir, sigur Hans á Lag.