Hesi næstu fýra árini skal SEV byggja út fyri 1,4 milliardir.
Tað staðfesti Jákup Suni Lauritsen, formaður í stýrinum fyri SEV.
Eitt nú vísir hann á, at eftir at virkið hjá Varðanum Pelagic varð bygt á Tvøroyri, er tørvurin á eykamátti í Suðuroy vorðin væl meira átrokandi.
- Eisini skal nýtt verk byggjast á Sundi og tað kann lættliga kosta einar 600 - 700 milliónir krónur og saman við øðrum útbyggingum av netinum og verkum og øðrum, verður talan um íløgur fyri einar 1,4 milliardir krónur hesi næstu fýra árini
- Umframt omanfyri nevndu 1,4 mia. kr. til útbyggingar kann eisini verða neyðugt hjá SEV at umfíggja verandi skuld, sum er umleið 500 mió. kr.
- Vit síggja fyri okkum, at neyðugt verður við nýggjari lánifígging á einar 1,3 milliardir krónur.
Annars vísir fíggjarætlanin hjá SEV fyri næsta ár, eitt avlopa á 3,1 milliónir krónur.