Byggja uppí smoltstøðina

Faroe Smolt æltar at tvífalda framleiðsluna av smolti komandi tvey árini

 

Kalsoy: Í vikuni var nýggj høll hjá Faroe Smolt á Kalsoynni reist. Høllin verður bygd uppí verðandi smoltstøð, sum Faroe Salmon eigur.

Í fjør framleiddi hendan smoltstøðin tvær millionir smolt, men Faroe Smolt ætlar at tvífalda framleiðsluna komandi tvey árini.

Faroe Salmon brúkar alt smoltið, sum Faroe Smolt framleiðir, umframt at alifelagið keypir smolt úr Gjógv og Funningi.


Økja útflutningin

Faroe Salmon er størsti einstaki alarin í landinum, og í fjør útflutti felagið 8000 tons av laksi. Hetta er umleið ein fimtapartur av samlaða laksaútflutninginum.

Ætlanin er, at útflutningurin hjá Faroe Salmon skal vaksa komandi árini.

Fimm fólk starvast á smoltstøðini á Kalsoynni, og talið verður tað sama eftir útbyggingina.

Høllin skal verða liðug um ein mánaði, og tað eru Josephsen-menn, sum standa fyri arbeiðnum.

Skal framleiðslan av smolti økjast upp í fýra milliónir um árið, er neyðugt við eini útbygging afturat norðureftir, og tá verður helst eisini neyðugt við fleiri starvsfólkum.