Byggja tunnilsíbúðir á Strondum

Meðan Tórshavnar býráð í kvøld skal taka støðu til, hvørt NCC skal sleppa at byggja barakkir við Velbastaðsvegin til arbeiðsfólkið, sum kemur at byggja tunlarnar, so er tað arbeiðið longu farið í gongd í Sjóvar kommunu.

 

Tað var longu undan jólum, at fyrireikingararbeiðið byrjaði á og rundan um gamla hondbóltsvøllin undir Haraldsheyggi á Strondum. 

- Fólk og maskinur hava í eina tíð gjørt økið klárt til at taka ímóti gestum, sum koma at arbeiða í Eysturoyartunlinum. Økið hevur fingið eina nýggja innkoyring, og fundament eru stoypt soleiðis at klárt er til at seta íbúðir og kantinu omaná, skrivar Sjóvar kommuna.

 

24 íbúðir skulu setast upp á økinum. Sambært avtaluni við NCC skal økið latast kommununi aftur soleiðis sum kommunan ynskir tað.

 

- Væntandi fer tunnilsverkætlanin at taka umleið 4 ár, og sjálvandi fer hetta at viðføra nakrar broytingar í gerandisdegnum, men sum heild eru fólk sera spent upp á sjálva verkætlanina, tí Sjóvar kommuna fer at broyta status frá at vera ein útjaðari til at vera ein miðdepil, skrivar Sjóvar kommuna.

 

- Við tað, at nógv fólk koma at vitja og arbeiða í okkara kommunu, fer hetta heilt víst at skapa eftirspurning og arbeiði til okkara vinnulív, og tað hevur tað eisini longu gjørt, skrivar Sjóvar kommuna.