Byggja útróðrarhavn í Fuglafirði

Fuglafjarða kommuna er í holt við at byggja eina fullfíggjaða útróðrarhavn við egningarmiðstøð, ísútflýggjan og landingarmiðstøð.
<DPTAB>    - Helst ganga eini 5-6 ár, áðrenn alt arbeiðið er liðugt, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður

Útróðrarhavn

Áhugin fyri útróðri í Fuglafirði er aftur vaksandi. Einir 8-9 útróðrarbátar royna við línu, tá ið tað viðrar. Teir egna í bingjum á bryggjuni. Hetta eru ikki bestu umstøður, men sum er, hava teir ikki nakað betri. Felagið, Alfa Seafood, landar og vigar fiskin, sum útróðrarbátarnir fáa. Hesin verður síðan sendur á Fiskamarknaðin. Soleiðis hevur verið gjørt í nøkur ár. Á henda hátt kunnu útróðrarmenninir leggja fiskin upp í Fuglafirði og sleppa undan at flyta hann á marknaðin sjálvir. Tað lættir um.

Bati í væntu

Orsøkin til, at útróðrarvinnan í Fuglafirði enn ikki hevur betur umstøður, er tó ikki, at einki verður gjørt á hesum øki.
Kommunan arbeiðir nevniliga við at byggja eina fullfíggjaða útróðrarhavn, so umstøðurnar hjá útróðrarvinnuni gerast betur. Hetta arbeiði er langt síðan byrjað. Í løtuni verður atløgusíðan longd við 42 metrum.
- Vit hava nú eina atløgusíðu, sum er einar 90-100 metrar, men fara ikki at helma í, fyrr enn vit hava eina fullfíggjaða útróðrarhavn við øllum fasilitetum, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður.
Hann vísir á, at útróðrarvinnan ætlandi skal hava eina egningarmiðstøð á havnaøkinum, ísútflýggjan og eina landingarmiðstøð.
- Havnalagið krevur so nógv av kommununi, tí aktiviteturin er so stórur, men vit hava eina neyva ætlan við útróðrarvinnuni, sum fevnir um eini 5-6 ár, sigur Sigurd.

Útflutningshavn

Býráðsformaðurin vísir á, at nú trýstið á kommununa um betri og rúmari havnaumstøður hevur verið so stórt, hevur Havsbrún bygt eina atløgusíðu sunnanfyri virkið, sum teir í størstan mun brúka sjálvir.
- Atløgusíðan er í fyrsta lagi ætlað til avskipingar av framleiðsluni hjá virkinum og til innskipingar av tilfari, sum virkið nýtir í síni framleiðslu, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður.