Byggja út í Hoydølum

Nýggj undirvísingar-lon, sum skal hýsa 260 næmingum, skal standa liðug í Hoydølum síðst í august. Tað ætlar Landsverk, sum stendur fyri arbeiðnum at gera nýggju lonina.

Miðnámsskúlin í Hoydølum klárar ikki at hýsa øllum teimum mongu næmingunum, sum hava søkt inn á skúlan í summar, og tí skal pláss gerast fyri fleiri næmingum.

Loynsin er, at ein lon skal setast upp sunnan fyri sjálvan skúlan í Hoydølum.

Í løtuni verður bíðað eftir endaliga loyvinum at seta lonina upp, men Landsverk roknar við, at farast kann undir arbeiðið innan stutta tíð.

Gongst sum ætlað, kunnu næmingarnir flyta inn í lonina í Hoydølum tann 28. august.