Byggja stovnar í Havn til veikar bólkar fyri 147 milliónir krónur

Nú skal eitt nýtt barnaheim byggjast í Havn. Og somuleiðis skulu tvey nýggj sambýli byggjast til fólk við menningartarni, og harafturat skal eitt umlættingarheim byggjast til børn og ung við við autismu.

 

Tað er greitt, nú Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinan í almannamálum, fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja nýtt barnaheim, umframt tvey sambýli og eitt nýtt umlættingarheim.

 

Tilsamans er talan um bygging fyri slakar 150 milliónir krónur og Eyðgunn Samuelsen hevur nú send sendi trý lógaruppskot til hoyringar um byggingina, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið í næstum.

 

– Fleiri av sambýlum og bústovnum eru ikki í nøktandi standi og eru heldur ikki hóskandi til endamálið, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Tí er bygging harðliga tiltrongd, og tað er eitt umlættingarheim til børn og ung við autismu, eisini.

 

Landsstýriskvinnan sigur eisini í eini fráboðan í dag, at nýggja Barnaheimið verður eitt gott og trygt stað hjá børnum, ungum og familjum, har tey fara at fáa mennandi umsorgan í einum tryggum og eggjandi umhvørvi.

 

– Sum nakað nýtt fer Barnaheimið at bjóða ungum eftirvernd, soleiðis at tey ikki verða slept upp á fjall eftir lokna barnavernd. Eisini fer nýggja Barnaheimið at hava fleiri pláss til familjuviðgerðir, sum er ein liður at styrkja foreldraførleikan við ráðgeving og vegleiðing, sigur hon.