Kinesisku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja heimsins størstu skipasmiðju nærhendis landsins størsta býi Shanghai.
Myndugleikarnir hava sett ikki minni enn átta kilometrar av strondini av til skipasmiðjuna, sum verður á einari oyggj við Chang-ánna. Verkætlanin fer at kosta 22 milliardir krónur, og sambært henni verður heimsins størsta skipasmiðja klár at byggja tey fyrstu skipini um góð tíggju ár.
Frammanundan eru tvær stórar skipasmiðjur við Shanghai, men tær verða báðar niðurlagdar, og tann nýggja fer at hava tvær ferðir so stóra framleiðsluorku sum tær báðar gomlu. Kina er heimsins triðstørsta skipasmiðjuland aftan á Suðurkorea og Japan. Tað er kinesiski staturin, sum eigur ta nýggju skipasmiðjuna, men útlendskir íleggjarar eru vælkomnir at seta pengar í hana, siga kinesisku myndugleikarnir.