Byggja smoltstøð fyri 650 milliónir krónur

Føroyski alirisin Bakkafrost boðar í eini fráboðan til norska keypskálan í morgun frá, at felagið fer undir at byggja eina nýggja smoltstøð.


Nýggja smoltstøðin, ið mett er at kosta 650 milliónir krónur, er staðsett at liggja á Strond í Klaksvík, og verður væntandi liðug í 2018.


Byggingin er ein liður í langtíðarmálinum at økja um støddina á hvørjum smolti til 400-500 gramm í 2019.