Byggja Royndina Fríðu

 

Nógv verður gjørt burtur úr Sjómannadøgunum. Livar Nysted er í ferð við at byggja eitt sjórænaraskip til Sjómannadagin, Royndin Fríða, uppkallað eftir skipinum hjá Nólsoyar Páll. Skipið ferð at luttaka í vatnkrígginum fríggjakvøldi kl. 19:00.

 

Eisini fara børn at sleppa ein siglingartúr við Royndini Fríðu á Sjómannadegnum leygardagin.

 

Harafturat er Ivan Isaksen, frá Føroya Sjómannadegi í ferð við at byggja eina borg til Kaptain Gardar at brúka í vatnkrígginum fyri smærri børn, sum verður á bryggjuni á vestursíðuni, frammanfyri Northern Fish Cold Storage. Til borgina hevur Livar Nysted bygt ein katapult ella kanón, sum skjítur vatn ballónir.

 

Tilmelding til Fiskikappingina (kl. 18) og Vatnkríggið (kl. 19) fríggjakvøldi er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa fram til kl. 15 fríggjadagin.