Í Nólsoy eru Beinir Poulsen og Nicolaj Falck í holt við at byggja ein risastóran hitapott, sum skal hitast við alternativari orku. Arbeiðið gongur væl, og viðheftu mynd tók Evy T. Nielsen í Nólsoy í kvøld.
Meðan teir stoyptu í kvøld, høvdu teir Fríðrik Sivertsen, ið er giftur Maud Wang Hansen, sum eigur hús í Nólsoy, at hjálpa sær. Hann tók sær av at hava blandimaskinuna koyrandi.
Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - liggja fleiri myndir av arbeiðnum, sum teir eru í holt við í Nólsoy. Her verður tó einki sagt um, hvør alternativa orkan er.
Um tað verður vindmyllan uppí á Brekkum - ella onnur alternativ orka - sum skal dríva verkið, sigur søgan í løtuni einki um, men tað verður spennandi at frætta.