Byggja reaktor

Russisku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at Russland hevur skrivað undir ein sáttmála um at byggja ein kjarnorkureaktor í Myanmar. Myanmar er fyrrverandi Burma, og umheimurin hevur leingi funnist hvassliga at hernaðarstýrinumstýrinum har, tí tað kúgar ta politisku andstøðuna og virðir ikki vanligar demokratiskar reglur. Russisku myndugleikarnir leggja dent á, at reaktorurin skal ikki brúkast til hernaðarlig endamál, men verður partur av einum granskingarstovni.