Í løtuni er byggifyritøkan Børkin í holt við at byggja nýtt kirkjutorn til Hósvíkar kirkju, sum verður útbygd og dagførd. Tað er byggifyritøkan KBH á Toftum, sum hevur jørð-og betongarbeiðið um hendi, og tað er Børkin í Havn, sum hevur alt timbur-og snikkaraarbeiði.
Parturin, sum Børkin tekur sær av, telur umleið 60% ella kanska meira av samlaðu verkætlanini, ið ætlandi skal verða liðug seinni í ár. Nýggja kirkjutornið verður bygt á økinum hjá Børkini, sum hevur høvuðssæti á Smyrilsvegi 4 í Havn.
Stjórar í Børkini eru Helgi Johannesen og Eyðstein Jacobsen, og Eyðstein sigur við in.fo í dag, at nýggja kirkjutornið ætlandi verður flutt norður til Hósvíkar við kranabili og sett á kirkjuna um eina góða viku.
- Nýggja tornið verður bæði hægri og størri enn tað, sum var áður. Hetta verður eitt vakurt kirkjutorn við einum glaskransi ovast í toppinum - og omaná toppinum kemur so krossurin at standa.
Hann sigur, at Hósvíkar kirkja eisini verður bygd størri, men bæði kirkjubenkur, talarastólur og alt har frammi í kirkjuni verður tað sama sum higartil. Sitiplássini verða ikki fleiri, men kirkjan verður rúmligari.
- Alt verður høvuðsumvælt og sjeinað, og benkrirnir fáa ryggpútu, soleiðis at kirkjufólkið sleppur at sita betri, tá kirkjan verður tikin í nýtslu aftur, sigur Eyðstein Jacobsen, annar av stjórunum í byggifyritøkuni Børkini.









