Nýggi bygningurin verður bygdur hinu megin Varðagøtu yvir av Sankta Frans skúla, har sum Stella Maris vøggustovan hevur verið. Gomlu húsini, sum sakførarin Husted-Andersen í sínari tíð átti, verða tikin niður og nýggi bygningurin bygdur á staðnum.
Talan verður um ein skúlabygning upp á umleið 1.100 fermetrar, sum skal byggjast innan ein karm upp á 30 milliónir krónur, sum eisini fevna um at gera byggiskrá við kravspesifikatión, og at taka niður og burturbeina verandi bygning á økinum.
Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
##med2##