Bústaðir hava nú gjørt sáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági. Talan er um bygging í einari hædd á einum grundøki á umleið 2.000 fermetrar á Steigabrekku 24 og tað er Jákup á Stongum, arkitektur, sum hevur gjørt upprunaligu tekningarnar fyri byggingina.
Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar og hava køk og stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til hvørja íbúð er bæði úthús og hátún. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.
Farið verður undir verkætlanina í næstum. Mett verður, at liðugt er at byggja seint í heyst. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.
Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágunum. Frammanundan hava Bústaðir 10 íbúðir í Sørvági - fimm íbúðir á Garðsvegi, sum vórðu bygdar í 2015, og fimm íbúðir Undir Bólheyggi, sum vórðu lidnar í fjør.