Talið á sethúsum, sum verða bygd í Føroyum, er nógv fallið seinastu árini. Tað staðfesti Arbeiðsgevarafelagið á aðalfundinum í felagnum nú ein dagin.
Í Føroyum er einki fullfíggjað yvirlit yvir sethúsabygging í Føroyum, so frægasta yvirlitið er at hyggja eftir, hvussu nógv hús binda í elnetið hjá SEV um árið. Og tey tølini vísa, at frá 200 til 2006 lá talið á nýbygdum sethúsum rættuliga støðugt á 250-260 húsum um árið.
Árini 2007 og 2008 vaks talið av nýbygdum sethúsum, men síðani hevur minking verið í talinum á hvørjum ári.
Og í fjør var talið á nýbygdum sethúsum tað lægsta síðani aldarskiftið. Samstundis kann staðfestast, at seinastu tvey árini eru góð 70 prosent av nýbygdu sethúsunum bygd í Streymoynni.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til fallið. Ein orsøk kann vera, at tað er bygt so nógv seinastu árini, at marknaðurin hevur verið mettaður í hvussu so er við teimum fíggingarmøguleikum og prísum, sum eru.
Ein onnur orsøk kann vera, at nógvastaðni hevur tað verið hopleyst at fáa grundstykki, men ein triðja orsøk kann eisini vera, at fólk hava ikki rættiligt havt álit á framtíðina og tískil ikki hava torað at seta seg í stóra skuld.
Talvan vísir, hvussu nógv hús eru bygd í Føroyum síðani aldarsskiftið. Yvirlitið er bygt upp í sethús og annað, sum eru neyst, fjós, seyðhús, úthús, hjallar o.s.fr.
|