Um eini tvey ella trý ár vónar stýrið fyri missiónshúsið Emmaus, at nýtt hús verða klárt at taka í nýtslu.
80 ára gamla húsið við Uppsalagøtu er vorið ov lítið til virksemið, sum er í húsinum, og tí er húsastýrið farið undir at fyrireika byggingina av nýggjum húsi.
- Tekningarnar eru um at verða lidnar, og ætlanin er at fara at planera økið í vár, sigur Jákup Olsen, sum er ein av teimum fimm í stýrinum.
Nýggja missiónshúsið skal byggjast beint oman fyri tað gamla húsið.
Gamla húsið skal brúkast til tey nýggju eru klár. Síðani verður tað tikið niður, og økið skal brúkast sum parkeringspláss.
Emmaus er 80 fermetrar, men tað nýggja húsið verður meira enn tvífalt so stórt - um 200 fermetrar.
- Vit hava ov lítið pláss sum er. Serliga í sambandi við barna- og ungdómsarbeiðið eru umstøðurnar ikki nóg góðar - tað er ov trongligt, sigur Jákup Olsen.
Alfred Petersen legði lunnarnar
Tað var Alfred Petersen, trúboðari, sum tók stig til byggingina av Emmaus. Hetta hendi stutt eftir, at hann var komin til Klaksvíkar í 1919.
Alfred Petersen varð umvendur eftir ein hending undir Íslandi. Teir vóru við slupp, og har hoyrdi hann ein maskinbát, men sá einki. Hann spurdi hinar menninar, um teir hoyrdu nakað, men tað gjørdu teir ikki. Hesa merkisverdu hending skrivaði Alfred sær upp í dagbókina.
Tá teir nakað seinni komu aftur á Trongisvágsfjørð, hoyrdi hann sama maskinbátin. Pápi hansara var umborð, og tá fekk Alfred boðini um, at beiggi hansara var deyður av einum óhappi, tá teir vóru og skutu fugl.
Alfred spurdi pápa sín, hvønn dag teir høvdu verið við maskinbátinum og skotið, og tað passaði saman við hendingina undir Íslandi, tá hann hoyrdi maskinbátin.
Hildu dagin
Í 1919 fekk Alfred Petersen eitt kall um at fara til Klaksvíkar at virka. Hetta hendi undir einum gongutúri í Vágum.
28. juli 1919 fór Alfred Petersen til Klaksvíkar at virka sum trúboðari, og longu árið eftir varð nýggja missiónshúsið tikið í nýtslu. Hetta var triðja missiónshúsið í landinum.
Síðani hevur Emmaus verið karmur um andaligt virksemi av ymsum slagi, og húsið er lítið broytt hesi nógvu árini.
Um vikuskiftið var hátíðarhald í sambandi við runda dagin, og ein 80 fólk vóru komu til tiltakið. Har vóru nógvar heilsanir bornar fram, og fólk greiddu eisini frá gomlum døgum og hendingum, sum hava samband við Emmaus.