Norska Aker-skipasmiðjan skal smíða eitt nýtt ferðamannaskip til reiðaríið Royal Caribean Cruises, skrivar Aftenposten.
Skipið, sum skal latast eigarunum í 2009, er mett at kosta 7,2 milliardir norskar krónur og verður sambært blaðnum tað dýrasta av sínum slagi. Tað verður 360 metrar langt, 47 metrar breitt, og tað verða 65 metrar frá vatnganginum upp á mastratoppin. Pláss verður fyri 5.400 ferðafólkum.
Hetta er ikki fyrsta skipið, sum Aker byggir fyri Royal Caribean Cruises. Skipasmiðjan hevur fyrr bygt skipið "Adventutes of the Seas" til sama reiðarí, og í apríl fer "Freedom of the Seas" av bakkastokki. Skipið, sum sáttmáli nú er gjørdur um, hevur fyribils fingið navnið´"Genesis".