Byggja nýtt fiskavirki í Nuussuaq

Arctic Fish Greenland ger nógv fyri framhaldandi at vera ráðandi í kappingini um svartkalvan í Nuussuaq-økinum.

 

Arctic Fish Greenland ger nógv fyri framhaldandi at vera ráðandi í kappingini um svartkalvan í Nuussuaq-økinum í Grønlandi. Hetta ger felagið við eitt nú at byggja nýtt fiskavirki í Nuussuaq og við at fáa eitt skip til innhandling av svartkalva við bygdina.

- Fyrstigoymslan á nýggja virkinum verður umleið 500 tons, og við hesi útbygging ynskja vit, at menn kunnu fiska støðugt í Nuussuaq, sigur Daniel Skifte, sum er stjóri í Arctic Fish Greenland.

Felagið, sum rekur fiskavirkini í Nuussuaq og Kull­orsuaq, hevur seinastu tvey árini lagt grundarlagið undir eina stóra framgongd í Kullorsuaq. Men, felagið hevur havt avbjóðingar við at fremja somu framgongd í Nuussuaq.

Trupulleikin í Nuussuaq hevur í høvuðsheitum verið, at fiskavirki, sum felagið eigur í bygdini, ikki megnar at taka ímóti størri nøgdum av svartkalva, tí frystigoymslan er so lítil, einans 130 tons.

Bæði bygdaráð, útróðrarmenn og veiðifelagið á staðnum hava í fleiri ár lagt upp til, at umstøðurnar mugu gerast betri, so meira virksemi kann fáast á virkinum. Ynski hevur verið um eitt nýtt fiskavirki, sum hevur størri framleiðsluorku, og nú síggja framtíðarútlitini bjartari út.

Í juli fer Arctic Fish Greenland nevniliga at seta spakan í til nýggja fiskavirki, sum felagið fer at byggja, og felagið hevur eisini søkt grønlendska heimastýrið um loyvi at innhandla fisk við skipi við Nuussuaq.

- Nýggja fiskavirkið verður bygt nær við, har gamla virkið liggur, og ætlanin er at brúka gamla virkið til vørugoymslu, sigur stjórin í Arctic Fish Greenland, Daniel Skifte.