Byggja næmingabústað í Vági til 48 næmingar


Í morgin verður spakin settur í til næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy. Pláss verður til 48 næmingar. Bústaðir byggir, meðan Ítróttarháskúlin fer at leiga

Í morgin verður hátíðarløta við Parkina á Sandinum í Vági, tá ið spakin verður settur í fyri nýggja næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Bygningurin fer at hava 24 dupultkømur, køk, matarsal til umleið 100 fólk, uppihaldsrúm, goymsluhøli og annað. Bygningurin fer at kosta umleið 17 milliónir krónur.

Klárt til á sumri 2020
— Ætlandi verður liðugt at byggja um 13-14 mánaðir. Tað vil siga, at næmingabústaðurin verður klárur at taka í nýtslu hjá teimum næmingunum, ið byrja á skúlanum í august í 2020, sigur Dennis Holm, stýrisformaður.

Tað er Bústaðir, ið byggir, og Ítróttarháskúlin fer at leiga. Hóast smátturnar í framtíðini verða skiftar út við hendan flotta næmingabústaðin, so verður tað ikki dýrari at fara á ítróttarháskúla í Vági.

— Tað kostar 950 krónur um vikuna, og tað verður ætlandi sami prísur í framtíðini. Fleiri ítróttarháskúlar í Danmark taka ein prís, sum er næstan 2000 krónur um vikuna, sigur Dennis Holm.

Í framtíðini ætlar Ítróttarháskúlin at gera meira við at skipa fyri styttri skeiðum, til dømis summarskeiðum.

##med2##

Frá 34 til 48 næmingar
Í dag eru 34 næmingar á skúlanum, men í framtíðini vera tað 48 ella fleiri.
Virksemi á Ítróttaháskúlanum byrjaði í august 2016, tá ið 17 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúla í Vági. Ítróttaháskúlin hevur ment seg til at verða eitt spennandi tilboð, sum dregur ungdómar til sín bæði úr Føroyum og útlandinum.

Áhugin fyri at sleppa til Vágs á Ítróttaháskúla verður eisini endurspeglaður í, at skeiðini í 2018 vóru fullsett. Skeiðini í 2019 eru fullsett, og tað er nærum fullsett til vársskeiðið 2020 og nógvar tilmeldingar eru eisini til heystskeiðið 2020.

Kontrast arkitektar
Síðani á vári 2017 hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um næmingbústað til Ítróttaháskúlan.

Á sumri 2017 gjørdist Bústaðir partur av ætlanini og saman við Bústaðir er ætlanin ment, soleiðis at tað nú er klárt at fara undir sjálva byggingina av næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan.

Tað eru Kontrast arkitektar, sum hava teknað bygningin. Bústaðir letur byggja næmingabústaðin, og byggifyritøkan Norcon skal byggja næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy vesturi við Parkina á Sandinum í Vági.


Søkja pengar frá løgtinginum
— Ítróttarháskúlin hevur verið ein sólskinssøga, sum fá væntaðu fór at blíva til nakað. Nú er stuttligt at síggja, at hann hevur ment seg so nógv, sigur Dennis.

Arbeitt verður eisini við at fáa ein bygning, sum kann hýsa undirvísingini. Uppskot er í løgtinginum at fáa økta játtan til Ítróttarháskúlan. Ætlanin er at keypa Vaskiskúrin á Gørðum (Ullavirkið) og byggja tað um til skúla.

Spakin settur í
Í morgin klokkan 15 verður hátíðarløta, tá ið spakin verður settur í til næmingabústaðin. Tiltakið verður vestanfyri Báruna. Jóhann Mortensen, stýrisformaður á Bústaðir, Dennis Holm, stýrisformaður fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy, og Guðmundur Joensen, leiðari fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy, flyta fram røðu. Felagssangur er eisini á skránni. Ítróttaháskúlin bjóðar kaffi & køkur í Garðslon á Gørðunum (Vágsvegur 114). Har verður eisini framløga um Ítróttaháskúlan. .