Byggja nýggjan banka í Havn

Fyri triðu ferð fer BankNordik, sum fyrr æt Føroya Banki, at byggja nýggjan fyrisitingarbygning í høvuðsstaðnum. Tann fyrsti bygningurin var í Tórsgøtu, har Tilhaldið nú er.

Í fimmtiárunum keypti Føroya Banki grundina til bygningin í Niels Finsensgøtu, sum Sjóvinnubankin var farin undir at byggja, tá bankin fór á húsagang,

Og nú ið bankin hevur selt bæði fyrisitingarbygningin í Niels Finsensgøtu og bygningin sum Sjóvinnubankin bygdi í Húsagøtu, boðar bankin frá, at hann fer at byggja nýggjan bygning á grundøkinum við R. C. Effersøesgøtu, sum bankin keypti fyri nøkrum árum síðani..

BankNordik gjørdi fríggjadagin avtalu við Tórshavnar Kommunu, ið hevur við sær, at býráðið keypir bygningarnar í Niels Finsens gøtu 15 og Húsagøtu 3. Húsini í Tórsgøtu 16, har Skyn í dag heldur til, eru eisini partur av keypinum, ið hevur ein prís á samanlagt 92 mió. kr. Avtalan er fyrsta stig á leiðini til at savna alt virksemi samtaksins í Tórshavn í einum nýbygdum høvuðssæti. Nýggja høvuðssætið, ið skal hýsa øllum virkseminum í Tórshavn, stendur eftir ætlan liðugt í 2015, og í næstum verður farið undir at fyrireika byggiverkætlan á grundøki bankans á horninum millum R.C. Effersøes gøtu og Tjaldursveg. Fíggjarstøða bankans verður ikki stórvegis ávirkað av samlaðu ætlanini, sigur bankin.